* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Null útlát frá norskum skipum er nýtt CO2-mál

Meðan amerikanski forsetin hevur gjørt av at taka landið úr París-avtaluni, hava norsk reiðarí sett sær sum mál, at CO2-útlátið frá skipum skal vera null í 2100.

Strembanin eftir at skerja CO2-útlátið heldur fram sama um hvat Donald Trump forseti heldur um París-avtaluna.

Eitt nú hevur norska reiðarafelagið almannakunngjørt sítt nýggja mál, ið fylgir andanum í Paris-avtaluni. Norsk skip skulu í 2050 hava minkað CO2-útlátið niður í eina helvt samanborið við í dag - og í 2100 skal als onki útlát vera.

“Skipaferðslan má hjálpa til við at skerja veðurlagsútlátini við at veita framtíðar loysnir fyri skip, so skipaferðslan kann veita burðardyggar, umhvørvisvinarligar flutningstænastur, ið loysa seg,” sigur stjórin í Norges Rederiforening, Sturla Henriksen.

Ein nýggj frágreiðing, sum DNV GL hevur gjørt fyri reiðarafelagið, vísir, at broytingar krevjast innan bæði logistikk og brennievni umframt tøknilig tiltøk til tess at røkka málunum.

“Her verður millum annað hugt at eini blanding av lægri ferð, skrokkábótum, nýtslu av battaríum og gassi sum rekevni, orkueffektivisering og nýtslu av landstreymi,” sigur stjórin.

Hann mælir til, at allar stórar skipatjóðir arbeiða saman í IMO til tess at finna loysnir. Tað verður so eftir øllum at døma uttan USA. 

Kelda: Norges Rederiforening