* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Skalt tú røkka á mál við ætlanina hjá IMO at hava null-útlát í 2050 í skipaferðsluni, so mást tú eisini trúgva uppá tað, heldur eitt arbeiðstoymi á finsku verjsmiðjuni, Wartsila.

Null-útlát: Tú mást trúgva málinum fyri at røkka tí

Egil Hystad í stóru finsku verksmiðjuni, Wärtsilä, vísir á høvuðslinjurnar í ZEEDS-ætlanini í samrøðu við norska miðilin, Skipsrevyen. Málið er at granska í skjótasta vegnum til null-útlát innan skipaferðslu.

ZEEDS stendur fyri Zero Emmission Energy Distribution at Sea, og tað er Wärtsilä, sum er stigtakari til ætlanina. Saman við fleiri samstarvsfeløgum sum Equinor, Kværner, Aker Solutions, Grieg Star og DFDS miðar Wärtsilä ímóti at menna eitt nýtt undirstøðukervi fyri umhvørvisvinarligt brennievni fyri skip.

- Hetta er ein veldug uppgáva, sum vit ikki kunnu gera einsamøll, so vit settu okkum í samvand við ymisk feløg fyri at fáa útspøl frá teimum og tosa aftur og fram við tey um møguligar loysnir, sigur Egil Hystad.

- Einasta skilagóða málið er at røkka null-útláti – stundir eru ikki til nakra millumloysn, um vit skulu røkka 2050-málið hjá IMO áðrenn 2050, sigur hann.

Hann vísir á, at feløgini higartil hava verið á 1. stigi í ætlanini, sum hevur snúð seg um sjálva ætlanarorðingina.  Nú verður farið inn í 2. stig. Hetta næsta stigið snýr seg um at finna- og skapa sløg av samstarvi og royna ætlanina við pilotroyndum.

- Og har eru nógvar royndir partar, sum fegnir vilja vera við, endar Egil Hystad.

 

Kelda: Skipsrevyen