* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggi Dettifoss, áðrenn hann er komin á sjógv.

Nýbygningur handaður Eimskip

Næsta av í alt trimum bingjuskipum til Eimskip er nú handað eigarunum. Tað hendi 2. mai.

 

Íslendska Eimskip hevur nú eisini fingið handað nýbygning nummar tvey av trimum til komandi samstarvið um Norðuratlantshav.

 

Reiðaríið byrjar nýggja samstarvið í juni í ár, er ætlanin.

 

2. mai tók Eimskip ímóti 2.150 teu stóra nýbyginginum, sum er eitt bingjuskip. Nýggja skipið hevur fingið navnið, Dettifossur, og tað varð doypt á Guangzhou Wenchong-skipasmiðjuni í Kina.

 

Haðani fær Eimskip eisini eitt triðja bingjuskip í røðini. Tá verður talan um systurskipið, Brúarfoss.

 

Eimskip skrivar á heimasíðuni, at Dettifossur verður eitt týðandi lið í nýggja samstarvinum í Norðuratlantshavi millum Eimskip og Royal Arctic Line.

 

Nýggju skipini eru 180 metrar long, 31 metrar breið, og eru 2.150 teu stór. Høvuðsmotorarnir eru uppá 17.000 kw.

 

Dettifossur fór úr Kina við kós móti Íslandi fyri fýra døgum síðani. Roknað verður við, at túrurin tekur 14 dagar.

 

Kelda: Søfart og Eimskip



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=mWZMpZc5PwU]
SJÓNBAND av, tá Dettifossur varð royndartúr.