* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýbygningur partvís sokkin á skipasmiðju

Týsdagin verð ein keðiligur dagur hjá braslisku skipasmiðjuni, Estaleiro Mauá Shipyard, tætt við Rio de Janeiro. Nýbygningurin, Irma Dulce, eitt tangaskip, fór at leka í maskinrúminum, men av tí, at tað er so grunt inni í havnini, sakk skipið ikki sakk heilt.

 

Irma Dulce hevur frammanundan givið skipasmiðjuni trupulleikar. Tangaskipið fór av bakkastokki í 2014, men ordrin varð tikin aftur, og orsøkin var ein umfatandi fíggjarlig gøla í ríkisoljufelagnum, Petrobras.

 

Heilt síðan tá hevur skipið ligið við bryggju við skipasmiðjuna, sum hevur stongt tann part av skipasmiðjuni, sum hevur fingist við nýbygging. Nú  er skipasmiðjan bara ein umvælingarskipasmiðja.

 

Sambært miðlum á staðnum er ongin vandi fyri at Irma Dulce søkkur meira, tá afturparturin av skipinum stendur á botni. Vandi er heldur ikki fyri dálking, tí onki brennievni er umborð.

 

Kelda: Maritie Danmark