* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggi Dettifossur hjá íslendska reiðarínum, Eimskip.

Nýggi Dettifossur verið í Århus

Sum tann fyrri av tveimum nýbygningum hjá Eimskip hevur Dettifossur nú verið í Århus og skipað inn í sambandi við nýggja samstarvið millum Eimskip og Royal Arctic Line. Tey bæði feløgini bjóða nú vikuligar rutur í og úr Norðuratlantshavi.

 

Eismkip Århus heldur til á Østhavnsvej við beinleiðis atgongd til APMT-bingjustøðina, og hetta ger tað lættari at arbeiða.

 

Dettifossur verður partur av Liner-skipanini hjá Eimskip, sum aftur er partur av reyðu linjuni, sum longu í dag tryggjar fleiri vikuligar avskipingar av bæði útflutningi og innflutningi av góðsi umvegis Danmark, Skandinavia og Evropa – íroknað Føroyar, Ísland og Grønland.

 

Eimskip hevur vikuligar sjóvegis rutur til og frá landnyrðingspartinum av USA og Kanada umvegis Reykjavík.

 

Roknað verður við, at næsti nýbygningurin hjá Eimskipum, Brúarfossur, eisini verður partur av felags samstarvinum frá fjórða ársfjórðingi í ár.

 

Nýggju skipini taka 2.150 teu, og tað er tvífalt so nógv, sum higartil.

 

Kelda: Eimskip