* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggi strandferðslustjórin eitur Hilmar Eliasen

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur sett Hilmar Eliasen í starv sum stjóra á Strandfaraskipum Landsins. 

Hilmar Eliasen er 47 ára gamal og útbúgvin Cand.merc.jur. 

Hilmar Eliasen hevur drúgvar royndir frá privata vinnulívinum, m.a. innan kontraktstýring og logistikk hjá Vestas Wind Systems A/S. 

Nýggi strandferðslustjórin hevur eisini royndir frá reiðaravirksemi frá starvi í Royal Artic Line A/S og sum sjefkonsulentur hjá Danmarks Rederiforening. 

Hilmar Eliasen tekur við starvinum 1. juni.