* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Danskt sjóverjuskip.

Nýggir møguleikar hjá teimum, sum eru í sjóverjuni

Í framtíðini verður útbúgvingin hjá donsku Sjóverjuni, sonevnda “Søværnets Basisuddannelse i Søværnet”, viðurkend, so tað verður lættari at fáa arbeiði í handilsflotanum. Starvsfólk, sum hava fingið útbúgving í Sjóverjuni, kunnu tískil sigla sum dekkarar - ella sum stýrimenn í handilsflotanum, um teir hava donsku “kystskipper-útbúgvingina.”

 

Nakrir føroyingar sigla í donsku sjóverjuni, so her verða eisini nýggir møguleikar hjá teimum.

 

Broytingin er gjørd, eftir at Sjófartsstýrið í samráð við fakfeløgini hevur hugt nærri at útbúgvingunum.

 

Ymisk krøv eru til, hvussu tú útvegar tær “kvalifikasjónsprógv”. Millum annað skalt tú hava grundútbúgvingina frá Sjóverjuni, heilsuprógv, og so skal tú hava verið á sjónum í minsta lagi 100 dagar.

 

Tú skalt eisini hava trygdarprógv, sonevnt vaktarhaldsprógv og brandskeið.

 

Kelda: Maritime Danmark