* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggj álop ávegis í Hormuz-sundinum

Vit fara at uppliva nýggj álop á altjóða skipaferðsluna í Hormuz-sundinum í 2020. Tað heldur amerikanska tankasmiðjan, The Center for a New American Security. Tankasmiðjan grundgevur hetta við, at amerikonsk revsitiltøk raka Iran alt harðari, og tað fer at noyða prestastýrið at svara aftur.

 

- Iran kennir seg trýst upp í ein krók, og prestastýrið fer at kenna seg noytt at svara aftur, sigur Keyleigh Thomas, ið er ein av granskarunum, sum hava gjørt frágreiðingina.

 

IMF væntar, at bruttotjóðarúrtøkan hjá Iran fall 9,5 prosent í 2019, samstundis sum brúkaraprísirnir hækkaðu við 36 prosentum. Tað rakar iranska fólkið meint.

 

Stjórnin í Iran heldur uppá, at revsitiltøkini hjá USA onga ávirkan hava á støðuna í Iran.

 

Frágreiðingin hjá amerikonsku tankasmiðjuni setur annars spurning við, um USA er ført fyri at tryggja frælsa sigling gjøgnum Hormuz-sundið.

 

Kelda: Maritimedanmark