* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggj avtala kostar Clipper 16 skip

Clipper Group hevur sloppið sær av við 16 skip. Tað skrivar TradeWinds.

Hetta er hent sum lið í eini nýggjari fíggingaravtalu, har shipping-fyritøkan skuldi seta fleiri ognir sum trygd, meðan aðrar altso vórðu seldar frá. Herundir fýra tey síðstu multipurpose-skipini hjá fyritøkuni. Tey verða tó verandi partur av tekniska og handilsliga virkseminum hjá felagnum.

Nýggja fíggingaravtalan hjá felagnum fevnir um næstu árini og skuldi givið møguleika at minka skuldina umframt vaksa innan bulk.

Clipper hevur júst boðað frá, at fimm deildir hjá felagnum verða latnar aftur sum lið í umskipanini av turrfarmi, so virksemið verður savnað í Keypmannahavn, Houston og Hong Kong.

Umskipanin er ikki gjørd sum avleiðing av nýggju fíggingaravtaluni, leggur Clipper dent á.

- Langtíðar fíggingaravtala okkara var longu avtalað, tá ársfrágreiðingin varð almannakunngjørd. Konsolidering av okkara bulkvirksemi er ein avgerð, leiðslan í Clipper hevur tikið, skrivar felagið til TradeWinds.

Kelda: soefart.dk