* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

KC Liner Agencies, DKT Allseas og China Express hava gjørt avtalu um at lata nýggja beinleiðis bingjufarleið upp millum Kina og Skotland. Rutan fer at minka farleiðs-tíðina úr 60 døgum niður í 33 dagar.

 

Seks bingjuskip fara at reka nýggju rutuna, og tey hava eina orku upp á 1.600 TEU hvørt. Tað hevur við sær tríggjar avstaðferðir hvønn vegin um mánaðin.

 

Rutan bindur saman Ningbo og Shenzhen í Kina við Greenock Ocean Terminal, sum liggur við innsiglingina til Glasgow. Áðrenn komuna til Greenock, leggja skipini inn í Liverpool.

 

“Hetta er ein “game-changari” fyri alt Skotland,” sigur David Milne, forstjóri í KC Group Shipping, sum hevur tikið stig til nýggju rutuna.

 

Fyrsta bingjuskipið á nýggju turuni kemur úr Kina til Skotlands seinast í august mánaði.

 

Kelda: Maritimedanmark