* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggj bingjusamgonga í umbúna

Sambært keldum í shippingvinnuni er ein nýggj stór bingjusamgonga millum reiðaríini CMA CGM, United Arab Shipping Co. og China Shipping Container Line í umbúna. Samgongan er eitt mótspæl til 2M Samgonguna millum Maersk Line og MSC.

Onki av teimum trimum reiðaríunum vil gera viðmerkingar til leysatíðindini. Tó vænta keldur, at ein almenn fráboðan fer at koma í hesi vikuni.

Verður samgongan veruleiki, verður hetta fjórða stóra bingjusamgongan. Hinar samgongurnar eru G6, CKYH-E Samgongan og komandi 2M Samgongan.

Roknað hevur verið við, at CMA CGM fóru at sleppa sær uppí eina nýggja samgongu, eftir at franska reiðaríið gleið úr ætlaða P3 samstarvinum við Maersk Line og MSC. Hetta samstarvið varð steðgað av kinesisku kappingarmyndugleikunum.

Kelda: JOC