* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggj bingjusamgonga sær dagsins ljós

Tey trý japonsku bingjureiðaríini Kawasaki Kisen Kaisha, Mitsui O.S.K. Lines og Nippon Yusen Kabushiki Kaisha hava gjørt av at stovna eitt joint venture. Tað upplýsa tey í einum felags tíðindaskrivi.

Navnið á samgonguni er Ocean Network Express.

Samgongan fevnir um bingjuflutningin hjá teimum trimum shippingfeløgunum umframt terminal-rakstur um allan heim, burtursæð frá virkseminum í Japan.

Umframt holdingfeløg í Japan og Singapore verða økisskrivstovur settar á stovn í Singapore, Hong Kong, London í Bretlandi, Richmond í USA og Sao Paulo í Brasilia.

Eftir ætlanini byrjar virksemið hjá Ocean Network Express 1. april 2018.

Kelda: soefart.dk