* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggj fíggingarskipan fyri skipabygging ikki farin at virka enn

Norski skipasmiðjuídnaðurin fegnaðist í august, tá stjórnin boðaði frá nýggjari fíggingarskipan fyri skipabygging. Men síðani tá eru nærum ongir nýggir sáttmálar gjørdir.

Fyrst í september høvdu norskar skipasmiðjur sáttmálar fyri 9,7 miljardir norskar krónur. Støðan í dag er 10,2 miljardir krónur, eftir at sáttmáli er gjørdur um tríggjar skjóttgangandi bátar til Kina.

Ótti fyri, at ógreiða um reglurnar fyri nýggju fíggingarskipanini fór at fáa reiðarar at halda seg aftur við at gera nýggjar sáttmálar, hevur víst seg at vera væl grundaður, skrivar Nett.no.

Í fyrsta ársfjórðingi almannakunngjørdu norsku skipasmiðjurnar níggju sáttmálar fyri tilsamans fýra miljardir krónur. Í øðrum ársfjórðingi vóru 18 skip fyri tilsamans 5,2 miljardir, í triðja ársfjórðingi fýra skip fyri 0,8 miljardir og higartil í fjórða ársfjórðingi tríggir skjóttgangandi bátar til Kina fyri 250 miljónir krónur.

Bíleggingarnar eru nærum heilt hildnar uppat, eftir at nýggja fíggingarskipanina varð fráboðað.

– Vit hava eina vinnuvinarliga stjórn, sum millum annað við síni framløgu av eini nýggjari innlendskari almennari fíggingarskipan fyri skip stuðlar upp undir eina sunna menning av ídnaðinum. Tað er einaferð soleiðis, at frá løtuni ein nýggj skipan verður løgd fram og til hon virkar, kann eitt vakum taka seg upp á marknaðinum – og hetta síggja vit greiðar ábendingar um, sigur stjórin í Norske Skipsverft, Asle Strønen.

Broytingarnar í reglunum fyri, hvat Eksportkreditt og Garantiinstituttet for eksportkreditt (GIEK) kunnu vera við til at fíggja gera, at eisini ferjur, fiskiskip, flutningsskip til innlendis góðs, skjóttgangandi bátar og brunnbátar verða umfataðir av fíggingarskipanini, sum skal stimbra útflutning av norskum skipum og skipsútgerð.

Broytingin ber í sær, at Norra fær eina sokallaða innlendsiskipaní lag, sum eisini onnur lond hava tikið í brúk, sum ger, at norskir reiðarar, sum byggja skip til nýtslu í Norra, kunnu njóta væl av fíggingarskipanunum, sum Eksportkreditt bjóðar.

Men smálutirnir í broytingunum í reglunum eru ikki komnar upp á pláss, og tað er tað, sum hevur steðgað bíleggingum av nýggjum skipum, sigur Asle Strønen. Hann segði við Nett.no fyrr í heyst, at hann vónaði, at vinnan fór at fáa boð um bara at bíleggja nýggj skip, og at skip bíløgd nú eisini verða umfatað av nýggju skipanini, sjálvt um smálutirnir í lógini ikki eru avgreiddir.

- Vit vita, at nýggjar bíleggingar eru á veg, men reiðararnir bíða eftir, at smálutirnir falla upp á pláss. Hetta rakar virksemið á skipasmiðjunum, sum ikki hava nóg nógv at gera í løtuni, harmast Asle Strønen um.

Kelda: maritime.no