* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggj frágreiðing um Dan-Bunkering

Nýggi danski løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, hevur fingið frágreiðing frá Ríkisadvokatinum um handfaringina hjá myndugleikunum av sonevnda Dan-Bunkering-málinum. Frágreiðingin setur eina røð av spurningum.

 

- Hetta er eitt ógvuliga álvarsamt mál, og eg havi lagt til merikis, at talan er um eitt drúgt mál, og tað er ikki nøktandi. Løgreglan og ákæruvaldið hava ábyrgdina av at tryggja, at gongd er í slíkum álvarsmálum. Ta ábyrgdina hava løgreglan og ákærumyndugleikin ikki livað upp til, sigur Nick Hækkerup.

 

Hann vísir á, at kanningin setur nógvar spurningar um handfaringina hjá løgregluni og ákærumyndugleikanum av málinum, og handfaringin skal nú kannast nærri.

 

Løgreglan á Fjóni fekk í 2017 og 2018 fráboðan (melding) frá Arbeiðsstýrinum og frá Danske Bank, sum bendu á, at Dan-Bunkering møguliga hevði brotið ES-forðingarnar í Sýria (Dan-Bunkering er mistonkt fyri at selja flogolju til russisk krígsflogfør í Sýria).

 

Kelda: Maritime Danmark