* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggj frágreiðing væntar minni vøkstur í sjóvegis farmi

Sjógvegis farmur veksur minni enn søguliga metið í 2018, og hevur kós móti einum falli. Tað sæst í einari nýggjari frágreiðing hjá UNCTAD, sum er handilsstovnur undir ST.


Frágreiðingin, Maritime Transport Review, kannar hvørt ár, hvussu tað hevur gingið við sjóvegis farmi, og metir um broytingarnar komandi árið.

Í 2018 vaks mongdin, sum varð flutt sjóvegis, við 2,7 prosentum. Tað er minni enn søguliga miðaltalið upp á 3 prosent, og undir støðinum í 2017.

Í 2019 væntar UNCTAD, at sjóvegis farmurin fer at vaksa vi 2,6 prosentum. Frá 2019 til 2024 væntar frágreiðingin ein miðalvøkstur í mong upp á 3,4 prosent.

“Tað sær framvegis avbjóðandi út orsakað av ótryggleikanum í handilspolitikkinum og einari røð av vágum, sum ger framtíðina nakað támuta, verður sagt í frágreiðingini.

Tað er millum annað Brexit-ið hjá Bretlandi, heilsan hjá búskapinum í Kina – og handilskríggið millum Kina og USA, sum ørkymlar høvundarnar, sum hava skrivað frágreiðingina.


Kelda: Shippingwatc