* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Hydrogenious LOHC Maritime AS skal sýna fram nýtslu av brennisellum og vetni at framleiðla orku á einum skipi. Norska, Enova, stuðlar við 26 milliónum norskum krónum.

 

- Hydrogenious LOHC Maritime AS ætlar at gera LOHC-tøknina tilgeingiliga sum loysn á burðardyggari skipaferðslu, tað er at menna, byggja og marknarføra framdráttarskipanir við ongum (null) útláti – og haraftrat at bjóða umvæling og aðrar tænastur hesum viðvíkhjandi, sigur dr. Daniel Teichmann, nevndarformaður í nýstovnaða felagnum, Hydrogenious LOHC Maritime AS.

 

Íløgustjórin í Østensjøgruppen, Håvard Framnes, sigur, at í teirra felag eru tey ógvuliga spent uppá nýggja felagið, Hydrogenious LOHC Technologies.

 

- Vit trúgva, at tøknin hjá nýggja felagnum fer at rigga til flestu skipini í shippingvinnuni, nakað, sum gevur góðar marknaðarmøguleikar hjá felagnum, sigur Håvard Framnes.

 

Norski veðurlags- og umhvørvisráðharrin, Sveinung Rotevatn, vísir á, at tað er umráðandi at skera útlátini burtur, ikki menningina.

 

- Menning og nýtsla av orkuveitarum við null-útláti er heilt avgerandi fyri at røkka veðurlagsmálunum, heldur hann.

 

Kelda: maritimt.com