* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havnin í Dalian, Kina.

Myndugleikarnir í havnini í Dalian har norðuri í Kina hava stongt partar av havnini í býnum – og eisini stóran part av sjálvum býnum. Grundin er ein triðja koronualda, sum hesa ferð herjar við ógvuliga smittandi Delta-frábrigdinum.

 

Íbúgvarnir í Dalian hava figið boð um at halda seg innandura, eftir at 52 fólk vórðu staðfest við sjúkuni fríggjadagin. Dagin fyri, hósdagin, vórðu 80 fólk staðfest við koronusmittuni.

 

Seinastu 14 dagarnar eru í alt 200 fólk staðfest við sjúkuni, og tað er nógv, halda myndugleikarnir á staðnum.

 

Umleið 70 prosent av øllum innflutningi av frystivørum til Kina fer um havnina í Dalian, og nógv fólk arbeiða burturav við júst hesum vørunum.

 

Higartil eru 14 av havnararbeiðsfólkunum smittað við deltafrábrigdinum av koronu.

 

Kelda: Maritimedanmark