* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havn í Suðurkina, har tey í løtuna stríðast við eina nýggja aldu av koronu.

Suðurkina stríðist við at fáa tamarhald á einari nýggja koronubylgju í Tuangzhou við stórhavnina, Yantian, har ein niðurloking tekur orku úr bingjumarknaðinum, sum frammanundan gløðir.

 

Støðan merkir, at stóru kapasitetstrupulleikarnir í bingjuvinnuni kunnu halda á inn í næsta ár, skrivar Finans.

 

- Beint nú eru vit á einum støði, har runda talið er 10 prosent av alheims kapasitetinum, sum soleiðis er beindur av marknaðinum. Tískil er tað heilt einfalt ov lítil orka at flyta alla lastina, sum avskipararnir fegnir vilja hava senda. Ikki áður enn fløskuhálsarnir, sum seinka skipunum, eru beindir av vegnum, verður hesin trupulleikin loystur, sigur Lars Jensen, greinari og CEO í Vespucci Maritime.

 

Finans skrivar eisini, at samskipanarfyritøkan (logistikk-fyritøka), Kuehne og Nagel, væntar, at avleiðingarnar fara at merkjast á marknaðinum í seks til níggju mánaðar fram.

 

- Mærsk og Scan Global vænta eisini framhaldandi fløskuhálsar, skrivar Søfart.

 

Kelda: Søfart / Finans