* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Oljupallur hjá Equinor.

Nýggj kreppa spøkir í oljuvinnuni

Í Noregi hava sjómannafeløgini í eina tíð verið tosað um, at vandi er fyri, at 4. ella 5. hvørt arbeiðspláss í oljuvinuni fer at hvørva komandi kanska 2-4 árini.
 
Í gjár skrivaði norski miðilin, E24, at Equinor í morgin, hósdagin, fer at leggja vánaligasta roknskaparúrslitið fram síðan 2016.

Íalt 39 greinarar hava mett um gongdina hjá Equinor, sum er fyrrverandi Statoil. Og greiningarnar vísa, at Equinor fer at koma út við einum úrsliti uppá 2,04 milliardir dollarar, tað er ein afturgongd uppá heili 50 prosent.

Verður hetta úrslitið, er nýggja oljukreppan nærri veruleikanum enn tey 2 til 4 árini, sum greinarar annars hava roknað við.

Nógvir føroyingar arbeiða í norsku oljuvinnuni.

Kelda: r7 og e24.no