* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggj skipan skal spara brennievni hjá Maersk

Maersk Supply Service hevur gjørt sáttmála við Eniram um íseting av orku ráðgevaraskipan, sum skal spara reiðarínum upp í 5 prosent av brennievninum í 2020. Skipanin verður í fyrsta umfari sett í tvey skip.

 

Skipanin frá Eniram, sum er eitt felag í Wärtsilä-samtakinum, brúkar hágóðskudata at hjálpa skipunum at spara brennievni, meðan tey sigla. Málið er at minka CO2-útlátið og kostnaðir í sambandi við brennievni.

 

- Hendan framkomna tøknin fer at gera tað lættari hjá okkum í strembanini eftir at minka um brennievnisnýtsluna, sigur Claus Bachmann, COO í Maersk Supply Service.

 

Um royndirnar eydnast, er meiningin, at skipanin skal setast í allan flotan. Fyrsta royndin verður gjørd í summar.

 

Kelda: Maersk Supply Service