* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggj trygdarkrøv til frálandatyrlur

14 av teimum 15 tyrluvanlukkunum í Norðsjónum seinastu 15 árini eru hendar í bretskum umráði. Tað fær nú bretska loftferðslueftirlitið at seta 32 nýggj krøv, ið skulu styrkja um trygdina.

Eitt av krøvunum ger tað í framtíðini trupult hjá persónum, ið viga ov nógv, at fáa starv í bretska partinum av frálandaøkinum. 

Persónar, ið skulu flúgva við frálandatyrlum, skulu frá 1. apríl 2015 vera førir fyri at grulva út ígjøgnum ein neyðglugga upp á 48 ferðir 66 sentimetrar, ílatnir yvirlivingardrakt og aðra trygdarútgerð.

Longu frá 1. juni í ár verður eitt krav sett í gildi um, at frálandatyrlurnar bert mugu hava ferðafólk við, ið hava sess beint við ein neyðglugga, um tey ikki eru útgjørd við iltfløskum ella tyrlan er útgjørd við flótiballónum, ið forða fyri, at hon við neyðlending á sjónum kann venda botninum upp eftir.

Frá sama degi verður forboð sett í gildi móti flúgvingum, tá aldurin fara upp um Sea 6, sum svarar til eina alduhædd upp á millum 4 og 6 metrar.

Í minni enn fimm ár eru 20 fólk deyð í fimm tyrluvanlukkum yvir bretska landgrunninum.

Kelda: tu.no