* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggj útbúgving í maskinfrøði

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum, hevur nú góðkent eina nýggja útbúgving. 

Talan er um bachelorútbúgving í maskinfrøði, ið kann byggjast oman á verandi maskinmeistaraútbúgving.

Fróðskaparsetrið og Vinnuháskúlin hava í felag lagt útbúgvingina til rættis, og nú, landsstýriskonan hevur góðkent útbúgvingarprofilin, kann maskinfrøði verða boðin út á Fróðskaparsetrinum.   

Nýggja útbúgvingin er skipað í samsvari við Bologna-leistin.

Í fyrireikingararbeiðinum hava Fróðskaparsetrið og Vinnuháskúlin millum annað samskift við Danmarks Tekniske Universitet um innihaldið og um framhaldsmøguleikar eftir lokið prógv í maskinfrøði.

Í fyrstu atløgu verður samstarv við DTU, sum er eitt sterkt universitet innan verkfrøði. 

- Tað hevur verið ein tørvur á eini slíkari skipan, ið ger tað smidligari hjá maskinmeistarum at fara til víðari lesnað, siga Hanna Jensen, landsstýriskona, Sigurð í Jákupsstovu, rektari, og Vilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum.

Kelda: Mentamálaráðið