* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggj veðurlagssamtykt skal leggja trýst á IMO

Á veðurlagstoppfundinum “One Planet” í Paris herfyri samtyktu 35 lond eina fráboðan, sum heitir á IMO um at seta sær framsøkin má til tess at skerja vakstrarhúsgassini samsvarandi samtyktu málini í París-avtaluna í 2015.

Skipaferðslan kom als ikki við í veðurlagsavtaluna í Paris 2015 og tað gera nýggja fráboðanin nakað við. 

Men stutt eftir, at hendan fráboðanin varð samtykt, kom International Chamber of Shipping (ICS) við eini viðmerking um, at IMO noyðist at taka atlit til menningarlondini:

Fráboðanin er kallað upp eftir nú deyða Tony de Brum, ein politikari úr Marshall Island, sum bardist fyri, at veðurlagssamráðingarnar eisini skuldu umfata shipping. 

Millum londini, sum skrivaðu undir vóru Bretland, Týskland, Kanada, Marshall Oyggjarnar, Kili, Ný Zealand og Danmark.

USA skrivaði ikki undir. Ein avleiðing av at Trump tók USA úr París-avtaluni.

Í sambandi við toppfundin boðaði Heimsbankin frá, at hann eftir 2019 ikki longur fíggjar olju- og gassverkætlanir.

Kelda: World Maritime News, TradeWinds