* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja havrannsóknarskipið hjá grønlendingum, Tarajoq.

Nýggja havrannsóknarskipið hjá grønlendingum skal kortleggja botnin

Herfyri kom nýggja rannsóknarskipið í Grønlandi, Tarajoq, til bryggju í Nuuk. Hetta er ein nýggjur varði í grønlendskari havgransking.

 

Nýggja rannsóknarskipið er útgjørt við nýggjastu tøknifrøðini, og hetta ger tað møguligt hjá havlívfrøðiligu og landafrøðiligu granskingini at raka heilt nýggjar dýpdir.

 

61 metrar langa skipið hevur kostað 235 milliónir krónur, og hetta er størsta íløgan í havgransking í Grønlandi yvihøvur.

 

- Við “multibeam-ekkoloddinum” kunnu fara niður á nýggjar dýpdir á havbotninum. Við fyrra skipinum sluppu vit ikki longur niður at gera máttingar enn 1.000 metrar, men við Tarajoq kunnu vit kortleggja botnin heilt niur á 3.000 metrar dýpi.

 

Saman við starvsfeløgum úr Nátturustovninum í Grønlandi, Zoological Society of London, University of Vermont, DTU Aqua, og GEUS skal nýggja rannsóknarskipið nú kortleggja havbotnin í økinum uttanfyri Diskovvíkina í Vesturgrønlandi.

 

Kelda: Sermitsiaq