
Nýggja skipið hjá Havila Kystruten er komið til Bergen
Havila Castor, sum nýggja skipið eitur, skal sigla á farleiðini millum Bergen og Kirkenes, sum liggur heilt ha uppi í Norðurnorra.
Reiðaríið sigur í tíðindaskrivi, at seinastu fyrireikingarnar skulu gerast í Bergen, áðrenn fyrsta rundtúrin úr Bergen komandi týskvøld.
Ferðamannaskipið er millum annað utgjørt við heimsins størsta ravlaðspakka á einum ferðamannaskipi við 6,1 megawattímum (MWh), og hetta merkir, at skipið kann sigla uttan útlát í fýra tímar. Framdráttarmegin er eitt bland av natúrgassi (LNG) og ravlaðspakkanum.
Skipið er ikki rakt av revsitiltøkunum hjá ES móti Russlandi, eins og systurskipið, Havila Capella, er.
- Havila Castor er latið einum norskum felag, sum Havila Kystruten eigur 100 prosent, skrivar felagið í eini fráboðan til Keypsskálan 22. apríl.
Á farleið síni Bergen-Kirkenes-Bergen skal Havila Castor leggja at í 34 havnum á Vesturstrond Noregs í ellivu dagar.
Kelda: e24