* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Skipasmiðjurnar í Suðurkorea liggja í fíggjarliga tungum sjógvi í løtuni, og kreditorarnir vilja hava okkurt munagott at henda.

Nýggjar uppsagnir á veg á suðurkoreiskum skipasmiðjum

Størri skuld og færri stórar bíleggingar hótta við at senda eina røð av arbeiðsfólkum á suðurkoreiskum skipasmiðjum út í arbeiðsloysi. DSME hevur júst kunngjørt eitt stórt undirskot fyri triðja ársfjórðing í ár.

 

Tær stríðast sum heild fyri lívinum, skipasmiðjurnar í Suðurkorea, og fleiri teirra av lovað kreditorunum at gera nakað munagott við støðuna.

 

Sambært stjóranum á triðstørstu skipasmiðjuni, DSME, Jung Sung-leep, fer hann mánadagin at boða frá ætlanum hjá skipasmiðjuni. Og her verður roknað við, at hann fer at boða frá hópuppsagnum.

 

Fairplay skrivar, at roknskapurin hjá DSME fyr triðja ársfjórðing í ár vísir eitt hall upp á 285,1 mió. dollarar. Somu tíð í fjør hevði skipasmiðjan eitt yvirskot upp á 74,9 mia. suðurkoreiskar won ella 65,5 mia. dollarar.

 

Sølan av rumenska dóttirfelagnum, Daewoo Mangalia Heavy Industries, er størsta grundin til hallið í ár.

 

Ein onnur suðurkoreisk skipasmiðja, sum liggur í tungum fíggjarligum sjógvi í løtuni, er Samsung Heavy, sum í løtuni hevur 13.000 fólk í arbeiði.

 

Kelda: ShippingWatch