* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

IMO er á veg við eini røð av nýggum vegleiðingum í sambandi við alternativ brennievni. Donsk Reiðarí halda nýggju vegleiðingarnar, sum skulu hjálpa reiðaríunum, vera eitt týðandi stig á leiðini móti veðurlagsnevtraliteti.

 

- Reiðaríini hava tørv á greiðari reglum, áðrenn tey smíða skip, sum skulu rekast við nýggjum brennievnum, og tískil eru nýggju vegleiðingarnar eitt týdnigarmikið stig á leiðini móti málinum um veðurlagsnevtralitet í 2050, sigur Maria Skipper Schwenn, stjóri fyri veðurlag, umhvørvi og trygd í Donskum Reiðaríum.

 

Á einum fundi, sum júst hevur verið í IMO, vórðu vegleiðingar gjørdar fyri LPG-brúk (Liquid Petroleum Gas) umborð á skipum.

 

Marine Safety Committee (MSC), skulu nú góðkenna reglurnar, áðrenn tær verða tiknar í nýtslu.

 

LPG verður mett sum eitt fyribils brennievni, sum kann samanberast við LNG (natúrgass) og reglurnar fyri at nýta LPG eru grundaðar á reglurnar fyri LNG, sum er partur av sonevndu IGF-kotuna.

 

Kelda: Maritimedanmark