* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggi flogberin hjá amerikanska herflotanum, HMS Gerald Ford.

Nýggjur amerikanskur flogberi hevur trupulleikar

Nýggi amerikanski flogberin, USS Gerald R. Ford, sum er fyrsti flogberin, amerikanarar hava smíðað í 40 ár, riggar framvegis ikki, hóast amerikanski flotin hevur gjørt av at taka ímóti skipinum – nógv seinkað.

 

Sambært amerikonskum miðlum rigga bara 2 av 11 vápnalyftum. Tað avmarkar samlaðu megina hjá flogberanum, tí færri flogfør kunnu sendast avstað av tí sama.

 

Framkomnu lyftirnar verða riknar við magnetum, og ikki sum vanligar lyftir, ið verða riknar við kaðalum. Magnetirnar skuldu annars gjørt, at flogberin kundi senda 30 prosent fleiri flogfør avstað um samdøgrið enn eldru flogberarnir.

 

Men treytin er sjálvandi, at lyftirnar rigga, og tað gera tær ikki í løtuni.

 

Skipasmiðjan, sum hevur smíðað flogberan, Huntington Ingalls, hevur lovað at fáa vápnalyftirnar at rigga í seinasta lagi seinast í hesum mánaðinum. Enn er tað ikki eydnast teimum.

 

USS Gerald R. Ford hevur kostað meira enn 85 milliardir krónur.

 

Kelda: Maritiem Danmark