* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggjur bingjueldsbruni á Maersk-skipi

Í gjár kom eldur í eina bingju á Maersk Kensington í einum lastarúmi, tá skipið var á veg úr Salalah í Oman móti Suez. Øll manningin kom frá hendingini uttan mein og tamarhald er á eldinum. Dótturfelagið hjá Maersk Line Limited, MLL, eigur og rekur skipið.

Øll trygdartiltøk vórðu beinanvegin sett í verk. Manningin gjørdi skjótt av við at lata CO2 úr lastarúminum til tess at avmarka eldin. Ikki er greitt, hvat orsøkin til bingjueldsbrunan, sum kyknaði á undirdekkinum, var.

Fyrstu kanningarnar benda tó á, at onki samband er millum lastina í lastarúminum, har eldurin kyknaði á Maersk Kensington, og lastina í lastarúminum á Maersk Honam, sum eldur kom í 6. mars. MLL fer í samstarvi við Maersk Line at kanna málið gjølla saman við øllum viðkomandi myndugleikum.

Maersk Kensington liggur nú fyri akkeri út fyri Salalah og fær hjálp frá sjóverjuni. Skipið hevur 3.518 bingjur (svarandi til 5616 TEU) umborð. Í sambandi við møguligar farmaseinkingar verður samband tikið upp við allar kundar beinleiðis.

Maersk Kensington er bygdur í 2007 og siglir undir amerikonskum flaggi. Skipið kann lasta 6.188 TEU.

Kelda: Maersk Line