* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggjur bjargingarbátur kann taka 440 persónar

Norski framleiðarin av bjargingarútgerð, Palfinger Marine, hevur júst roynt nýggjasta bjargingarbát sín, MPC 49, sum er heimsins størsti og kann taka 440 persónar. Undir royndini eydnaðist at fáa allar umborð eftir 5 minuttum og 21 sekundum.

Gongur galið, ræður um at koma skjótt í bjargingarbátarnar. Tað er eisini galdandi umborð á risastóru ferðamannaskipunum við túsundtals ferðafólkum og manningum umborð.

Palfinger Marine hevur ment ein bjargingarbát til eina røð av ferðamannaskipum, ið STX France ætlar at byggja.

Umframt at vera heimsins størsti bjargingarbátur, er MPC 49 eisini tann fyrsti í heiminum, ið hevur tvær hæddir. 

Niðanfyri er ein video frá royndini: 

Maritimedanmark.dk