* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
ES hevur sett nýggjar toll-satsir á vørur úr USA.

Nýggjur ES-tollur enn eitt tekin um handilskríggj

Fríggjanáttina vórðu nýggir toll-satsir settir í gildi fyri eina røð av amerikonskum vørum.

 

“Vit hava eitt vaksandi handilskríggj,” sigur ein leiðandi búskaparfrøðingur í stórbanka.

 

Nýggi ES-tollurin rakar millum annað Levi’s-buksur, bourbon og Harley Davidson-motorsúkklur.

 

Nýggju tollgjøldini fara at føra til uppaftur meira órógv á partabrævamarknaðinum, sum longu skelvur av spenninginum millum USA og Kina.

 

Tollmyndugleikarnir í øllum Evropa vilja nú seta í gildi tollsatsir, sum fáa prísirnar á amerikonskum vørum at hækka. Nýggju ES-satsirnir eru eitt aftursvar, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sett í gildi toll á stál og aluminium í Evropa.

 

ES-kommisserurin í handilsmálum, Cecilia Malmström, segði fyrr í vikuni, at ES noyðist at svara uppá lítið skilagóðu toll-tiltøkini hjá USA.

 

“Vit hava eitt handilskríggj, og tað er eitt handilskríggj, sum bara tekur alt meira dik á seg,” sigur Robert Bergquist, leiðandi búskaparfrøðingur í stórbankanum, SEB.

 

Umframt kovboybuksur, motorsúkklur og alkohol úr USA, setir ES eisini toll á t.d. appilsindjús og mais.

 

Kelda: ShippingWatch