* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggjur Esvagt-sáttmáli broytir skipanina við frídøgnum

Esvagt og Søfartens Ledere hava gjørt nýggjan sáttmála, sum m.a. merkir eina broyting í skipanini við frídøgnum og lønarhækkingar upp á 1,5 pst í 2018 og 1 pst. aftrat í 2019. Sáttmálasamráðingarnar við Rederiforeningen af 2010 eru nú í gongd.

Samlaða lønarhækkingin hjá limum í Søfartens Ledere er upp á uml. 3 pst. sambært stjóranum í felagnum, Fritz Gantzhorn og er gjørd “við atliti at aktuellu, truplu korunum á frálandsmarknaðinum.”

Ein týdningarmikil táttur í sáttmálanum er ein umlegging av sáttmálanum til eina skipan - eina frídøgnsskipan - við einum avtalaðum frídøgnsfaktori við grundarlagi í 190 útidøgum (íroknað ferða- og skiftisdagar).

Umleggingin til færri arbeiðsdagar merkir eina lønarlækking. Hon verður mótroknað í lønarhækkingunum, sum eru fingnar.

Samanlagt er talan um eina lønarlækking, sum tó meira enn verður útlíknað í frídøgu/kontantendurgjaldi, um ein framvegis siglur sama talið av døgum.

Hetta verður sostatt treytað av, hvussu nógvar dagar hvør einstakur yvirmaður arbeiðir, men nýggja skipanin er fyrsta stigið ímóti eini fullari 1:1 skipan.

Arbeiðstíðin umborð er óbroytt.

Nevndin í Søfartens Ledere hevur góðtikið samráðingarúrslitið, sum frammanundan hevur verið til vegleiðandi uratkvøðu millum stýrimenninar í Esvagt.

Nýggi sáttmálin er galdandi frá og við fyrstu mynstring eftir 1. apríl 2018.

Sáttmálasamráðingarnar við Rederiforeningen af 2010 eru í gongd. Teir hava bíðað eftir samráðingunum við Esvagt A/S, sum er størsti sáttmálin á økinum hjá Rederiforeningen af 2010.

Kelda: Søfartens Ledere/maritimedanmark.dk