* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
USS John F. Kennedy er næsti flogberin í einari nýgghari røð av amerikonskum flogberum.

Nýggjur flogberi sleipaður uppá pláss

Ikki færri enn seks sleipibáar skuldu til at baksa og sleipa komandi amerikanska flogberan, USS John F. Kennedy, uppá pláss mánadagin. Hann varð sleipaður frá Dry Dock 12 í Newport Shipyard til Pier 3, sum ikki liggur so langt burturi.

 

Her skal hann liggja, til seinasta hond verður løgd á skipið, og tað verður latið amerikanska flotanum í 2022.

 

Hetta er næsti flogberin av sínum slag til amerikanska flotan, ein nýbyggingarætlan, sum longu frá byrjani hevði stórar tøkniligar trupulleikar. Tað er eisini vorðið nógv kostnaðarmiklari enn ætlað.

 

USS John F. Kennedy er eins og fyrra skipið, USS Gerald Ford, útgjørt við alskyns stat-of-the-art tøkni, sum til dømis framraksturskipanin og ein nýggj elektromagnetisk lyftskipan.

 

Sæð í ljósinum á himmalhøga kostnaðinum uppá 11,3 milliardir dollarar (umleið 77 milliardir krónur) vísa ríkisgrannskoðararnir á, at USS John F. Kennedy samstundis er umleið 1,5 milliardir dollarar bíligari enn fyrra skipið.

 

Livitíðin fyri ein flogbera sum hesar verður mett til 50 ár.

 

Kelda: Maritimedanmark


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=MI8XjczPWy4]
USS John F. Kennedy verður baksaður og sleiðaður upp á pláss.