* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggjur griksk-turkiskur samanstoytur

Eitt turkiskt farmaskip rendi fríggjadagin á eitt grikst vaktarskip út fyri oynni Lesbos. Stutt eftir rýmdi turkiska skipið við nógvari ferð inn í turkiskt sjóøki. Ongin umborð á grikska vaktarskipinum fekk skaða í hendingini.

 

Viðurskiftini millum tey bæði NATO-londini hava verið spent í nógv ár, og Turkaland hevur leingi havt ilt eitt ávíst stað av oynni Lesbos, sum liggur ógvuliga tætt við turkiska meginlandið.

 

Spenningurin millum grannalondini øktist í februar í ár, tá turkisk krígsskip hóttu við at søkkja eitt boriskip uttan fyri Kýpros.

 

Turkaland stuðlar einum turkiskum-kýpriskum stati og meinar, at griksk-kýprosbúgvarnir, sum høvdu leigað boriskipið, ikki høvdu loyvi at royna eftir natúrgassi í øki 3 uttanfyri Kýpros.

 

Grikska vaktarskipið, Armatolos, var á einari NATO-uppgávu, tá turkiska farmaskipið rendi á. NATO-skip hava verið á vaktarhaldi í økinum síðani 2015, tá ógvuliga nógvir flóttar leitaðu sær til griksku oynna fyri at søkja uppihald í ES.

 

Hóast grikska vaktarskipið fleiri ferðir kallaði á turkiska farmaskipið, svaraði tað ikki.

 

Kelda: Maritimedanmark