
Danski reiðarírisin hækkar rakstrarinntøkurnar við ikki færri enn 10,8 milliardur dollarum í triðja ársfjórðingi í ár, og tað hendir, hóast farmaprísirnir í bingjuídnaðinum eru minkaðir nógv hesa tíðina.
2022 heldur fram sum eitt ár, ið fer at skriva seg inn í søgubøkurnar, tí aftur í triðja ársfjórðingi varð A.P.Møller-Mærs gylt í avlopi.
Sambært ársfjórðingsroknskapinum, sum júst er allmannakunngjørdur, var rakstrarinntøkan (EBIDTA) upp á 10,8 milliardir dollarar, tað eru umleið 67 milliardir danskar krónur.
Úrslitið slær metið, sum felagið fekk 2. ársfjórðing 2022. Tá var rakstraravlopið upp á 10,3 milliardir dollarar.
Umsetningurin hækkaði 37 prosent til 22,7 milliardir dollarar móti 16,6 milliardum dollarum sama ársfjórðing í 2021.
Úrslitið í oktober gevur A.P.Møller-Mærsk 8,9 milliardir dollarar á botnlinjuni.
Kelda: Søfart