* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggjur høvuðssáttmáli fyri danskar navigatørar

Eftir at hava verið uttan høvuðssáttmála síðani 2012, er nú – eftir drúgvar samráðingar - sáttmáli gjørdur fyri navigatørarnar millum Danske Rederier og Metal Maritime.

Betri barsil og pápafarloyvi, reiðarígoldin STCW-skeið, ígildissetan av útbúgvingarpulju við uppsagnir umframt víðkan av talsmannaskipanii og økt vernd - er millum mongu nýggju tiltøkini í nýggja trý ára høvuðssáttmálanum fyri navigatørar í Danske Rederier.

”Metal Maritime er nøgt við úrslitið og sær við sálarfriði fram til vanligu viðmerkingarnar og grunnu kunningina hjá Søfartens Ledere um, hvat teir høvdu fingið burturúr, um teir høvdu samráðst”, sigur Ole Philipsen, formaður í Metal Maritime

”Tað er jú vorðið fast afturvendandi ritual, hvørja ferð Maskinmestrene og Metal hava endurnýggjað sínar yvirmannasáttmálar síðani 2010. Hypotetisku úrslitini eru jú tey einastu, sum Søfartens Ledere hava megnað á sáttmálaøkinum í Danske Rederier síðani 2010”, sigur Ole Philipsen.

Metal Maritime væntar at fara undir samráðingar um endurnýgging av høvuðssáttmálunum hjár cateringyvirmonnum (hovmeistarum) og maskinistum við Danske Rederier innanfyri næstu tvær vikurnar.

Endurnýggjanin av navigatør-sersáttmálunum byrjar skjótast gjørligt.

Kelda: maritimedanmark.dk