* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggi ísbrótarin hjá norðmonnum, Kronprins Haakon.

Nýggjur ísbrótari mátti avbróta fyrsta túrin

Fleiri rannsóknarferðir eru í vanda, nú nýggi ísbrótarin hjá norðmonnum fekk skaða á fyrsta túrinum. Nýggi ísbrótarin kostaði gott og væl eina milliard danskar krónur at smíða.

 

Royndartúrurin inn í ísin norðanfyri Svalbard gekk annars so væl.

 

Norski stoltleikin, Kronprins Haakon, er serliga smíðaður at fara inn í ís í økjum á Norður- og Suðurpólinum, og norski Havgranskingarstovnurin segði, at skipið toldi meira ís, enn tað er smíðað til.

 

Men tá ið 35 granskarar í juli fóru til sjós tann túrin, sum skuldi vera veruligi túrurin inn í íshavið, stóð sum í berginum, fyrsta teir rørdu ísin. Tað skrivar Klassekampen.

 

Við oljuleka, einari maskinu, ið ikki riggaði, sum hon skuldi, og ísi á skrúvuni, noyddist flaggskipið í norskari havgransking at venda aftur aftur í havn í Noregi – uttan at vera komið so langt sum til Fram-rannsóknarferðina í 1895.

 

Kelda: NRK/Klassekampen