* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýggjur maritimur íleggingargrunnur keypir fyrstu skipini

Navigare Capital Partners, eitt danskt íleggingarfelag, sum tveir pensjónskassar og limir í Mærsk-familjuni hava skotið umleið 2 mia. krónur í, hava framt fyrsta keypið, skrivar ShippingWatch.

- Fyrsta íløga okkara hevur verið í tvey fimm ára gomul MR-tangaskip, sum vit hava keypt frá italska reiðarínum LGR fyri 48 mió. dollarar, og tey eru vit glað fyri, at vit hava keypt, sigur Henrik Ramskov, stjóri í Navigare Capital Parters, við miðilin.

Hann sigur, at ætlanin hjá grunninum er at keypa skip til ymsar uppgávur, so hvar og nær næsta keypið verður, er treytað av møguleikunum á marknaðinum.

300 mió. dollarar í stovnsfæi

Tíðindini um stovnanina av Navigare Capital Partners komu miðskeiðis í mars í ár. Pensjónskassarnir Pension Danmark og Danica umframt limir í Mærsk-familjuni hava skotið 300 mió. dollarar í íleggingargrunnin Maritime Investment Fund, sum Navigare Capital Partners umsitur.

- Vit ætla at hava fokus á sjálvt aktivið, og lata onnur um raksturin. Ein upplagdur møguleiki er at gera íløgur í serskip á áhugaverdum økjum og lata t.d. onnur reiðarí reka tey. Kontrahering av nýbygningum kann eisini koma upp á tal. Men vit fara altíð at fokusera upp á møguleikarnar, sum til eina og hvørja tíð taka seg upp á øllum økjum í altjóða shipping, so íløgur okkara verða natúrliga gjørdar á ymsum økjum og saman við ymiskum partnarum, greiddi Henrik Ramskov Søfart frá í mars.

Kelda: soefart.dk