* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Equinor hevur saman við samstarvsfeløgunum, PGNiG og Longboat Energy, funnið olju í kanningarbrunninum, Egyptian Vulture, uttanfyri Trøndelag. Mett verður, at millum 3 og 10 milliónir kubikk at brúkiligari olju er í fundinum, tað eru millum 10 og 62 milliónir tunnur.

 

Brunnurin er boraður umleið 10 kilometrar norðanfyri Tyrisleiðina og 23 kilometrar eystanfyri Kristin-leiðina í Noregshavinum.

 

Kristin Westvik, sum er økisleiðari fyri “Utforskning og Produksjon Nord”, sigur, at virðisøkingin í framtíðini í stóran mun fer at koma frá øktari framleiðslu frá vefandi oljuleiðum og í samband við nýggjar fundir frá verandi undirstøðukervi.

 

Slíkir fundir eru lønandi og knáir mótvegis sveiggjum í olju- og gassprísum, afturgjaldstíðin er stutt,  og tað er lítið útlát, sigur Kristin Westvik sambært norska miðlinum, maritimt.com.

 

Kelda: Maritimt.com