* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Risakrani er á veg úr Kina til Danmarkar.

Nýggjur risakrani á veg til Danmarkar

Farmaskipið, Wiebke, er í løtuni á veg úr Kina til Danmarkar við einum veldugum risa-kranabummi til eitt av skipunum hjá Swire Blue Oceans, Pacific Osprey. Wiebke fór úr Penglai hin 22. januar og væntar at koma til Danmarkar umleið 1. mars.

 

Pacific Osprey varð latið eigarunum í 2012, og hann er útgjørdur við einum høvuðskrana við einari orku uppá 1.200 MT. Kranin hevur eitt ummál uppá 31 metrar og ein krók, sum er 97 metrar yvir dekkinum. Kranin varð smíðaður til íseting av fundamentum og vindmyllum.

 

Tann 115 metrar langi og nýggi bummurin er gjørdur til ísetan av vindmyllum og økir plaseringina av krókinum við 30 metrum til 132 metrar yvir dekkinum.

 

Havvindmyllur vera bara størri og størri, og uppdateraði kranin ger tað møguligt hjá Pacific Osprey at fylgja við menningini á frálands marknaðinum.

 

Swire Blue Oceans roknar við, at Pacific Osprey aftur er í arbeiði - við nýggja krananum - frá 1. mai.

 

Kelda: Maritime Danmark