* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýmenningarskipið \"Future of The Fjords\" gjørdist ársins skip í Noregi 2018.

Nýmenningarskip gjørdist ársins skip í Noregi

Ferðamannaskipið “Future of The Fjords” hjá The Fjords-reiðarínum vann heiðurin “Ship of the Year” í Noregi í ár.

 

Redaktørurin í Skipsrevyen, Gustav-Erik Blaalid, sigur, at vinnarin av “Ship of the Year” í ár var ein innovativur vinnari (nýmenningarskip), sum sýnir fram tað besta av grønari skipstøkni, og sum er framleidd í Noregi.

 

“Future og The Fjords” er ein heilelektrisk norsktment- og smíðað ferðavinnutvíkilja. Hon er 42 metrar long og er framleidd í karbonfipuri. Skipið hevur heilelektriskan framdrátt við tveimum el-motorum uppá 450 kW hvør.

 

Tvíkiljan siglir í Nærøyfjørðinum, og hevur null útlát. Umhvørvisvinarliga ferðamannaskipið er eisini útgjørt við umhvørvisvinarliga konseptinum, PowerDock.

 

PowerDock er ein virkin ravlaðsbanki uppá 2,4 MW, sum riggar sum streymløðari til fleiri skipasløg aftrat tí, at tað kann taka ímóti kloakk- og spillvatni.

 

“Future of The Fjords” kombinerað við PowerDock prógvar eitt gjøgnumarbeitt konseptuelt arbeiði, sum mennararnir hava gjørt og sostatt lyft burðardyggan sjóvegis ferðamannaflutning til nýggjar tøkniligar hæddir, sigur metingarnevndin í “Ship of the Year” í niðurstøðuni.

 

Kelda: Skipsrevyen

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=NkxvD0fNR_4]
Sjónband. Skiparin á Future on The Fjords greiður frá nýggja ravlaðs-ferðamannaskipinum.