* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

45 metrar langa marglætisjáktin Arla SF, sum skipasmiðjan lat eigarunum í farnu viku, er longu farin fyri einki í einum ógvusligum eldi uttan fyri sponsku strondina við Formentra.

 

Allir teir nýggju gestirnir umborð og sjey av manningini sluppu óskalað frá ólukkuni.

 

Manningin byrjaði at senda út neyðarkall seint hósdagin seinnapartin, og tvey sponsk manningarfør sigldu beinanvegin við kós móti marglætisjáktini at bjarga manningini. Tá bjargingarførini komu á staðið, var jáktin longu inni í einum stórum flammuhavi.

 

Manningin og teir seks gestirnir vórðu bjargað, men marglætisjákin stó ikki at bjarga.

 

Sponsku myndugleikarnir eru farnir at kanna orsøkina til eldin, sum ISA Yacht-skipasmiðjan í Spania hevur smíðað.

 

Kelda: Maritimedanmark