* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Hanna Jensen, millum tveir nýútnevndar professarar: Hjalmar P. Petersen, Føroyamálsdeildin, vinstrumegin, og Magni Mohr, deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.

Nýtilnevndir professarar á vitjan í Mentamálaráðnum

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevði í dag bjóðað nýtilnevndu professarunum á Fróðskaparsetri Føroya: Hjalmar P.  Petersen á Føroyamálsdeildini og Magna Mohr á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á vitjan í Mentamálaráðnum.

 

Landsstýriskvinnan ynskti at ynskja teimum til lukku og skifta orð um vísindaøkini, sum teir varða av á Setrinum. Tosað varð um støðuna innan vísindaøkini, og hvørjir menningarmøguleikar eru. Talan var um ein gevandi fund fyri allar partar.

 

Kelda: Mentamálaráðið