* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja Atlantshavsskipið hjá Royal Arctic Line er júst farið av bakkastokki.

Nýtt bingjuskip hjá Royal Arcrtic farið av bakkastokki

Nýggja bingjuskipið hjá Royal Arctic Line fór av bakkastokki hósdagin. Skipið, sum skal røkja Atlantshavssiglingina hjá felagnum, er 50 metrar longri enn nýverandi skipið á rutuni, Nuka Arctica.

 

Nuka Arctica tekur 782 bingjur, meðan nýggja skipið fer at taka 2.150 bingjur. Hetta er samstandis ein liður í tættari samsigling við Eimskip.

 

Í ætlanini at samsigla við Eimskip liggur, at reiðaríið fer at sigla hvørja einastu viku alt árið, eisini til nýggjar havnir sum Reykjavík, Tórshavn og Århus. Tað gevur betri samband fyri útflutningin úr Grønlandi til og úr USA og Kanada, og eisini betri samband við Asia, Evropa og restina av heiminum.

 

Kappingarmyndugleikarnir í Íslandi kanna í løtuni avtaluna um samsigling millum tey bæði reiðaríini.

 

Skipið, sum er smíðað á kinesisku skipasmiðjuni, Guangzhou Wenchong-skipasmiðjuni, skal verða klárt at fara í sigling í september í ár.

 

Kelda: Maritime Danmark og Søfart