* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mynd: Bent Sørensen/Medvind

Danska orkustýrið hevur góðent eina ætlan um útbygging og innlegging frá Solsort-økinum, ið liggur í Norðsjónum umleið 250 kilometrar frá donsku vesturstrondini. Solsort ella kvørkveggjuøkið fer væntandi at fevna um 12 proent at donsku oljuframleiðsluni í 2024 og 5 prosent av gassframleiðslyni.

 

Útbyggingin byrjar ætlandi í 2023, og sjálv framleiðslan byrjar í endanum á 2023. Roknað verður við, at framleiðslan fer at geva umleið 2,31 millióniir SWm3 av olju, og umleið 0,45 milliardi Nm3 av gassi.

 

Í 2024 fer framleiðslan úr Kvørkveggju-økinum at geva 10 prosent av samlaðu olju- og gassframleiðsluni í Danmark.

 

Útbyggingin hevur við sær, at borast skal ein framleiðslubrunnur og ein vatngoymslybrunnur. Brunnarnir verða boraðir frá Syðra Arna.

 

Kelda: Maritimedanmark