* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja serútgjørda flutningsskipið, BraveWind.

MV BraveWind, sum er nýggjasta flutningsskipið hjá MHI Vestas, er í løtuni á veg til Evropa frá kinesisku skipaskiðjuni, Jiangsu Zhenjiang. BraveWind er systurskip hjá MV BoldWind, sum var latið Vestas fyrr í ár.

 

Tað er United Wind Logistics, sum eigur hesi bæði 128 metrar longu skipini, og sum leigar tey út til Vestas. Tey verða rikin diesel-elektriskt við einum ravmagnspakka frá ABB og hevur fýra dieselgeneratorar frá MAN. Hesi ganga undir krøvini hjá IMO um útlát, og eru útgjørd við “Selective Catalytic Reduction System.”

 

Aftrat MV BoldWind og MV BraveWind eigur United Wind Logistics eisini serútgjørda skipið, MV Vestvind, sum felagið eisini hevur kjartrað út til MHI Vestas.

 

Kelda: OffshoreWind / Maritimedanmark