* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hetta er partur av fyrstu manningini á Maersk Master. Teir vera 22 á hvørjum skifti.

Í síðstu viku varð fyrsta av seks nýggjum akker-skipum latið Maersk Supply Service av Kleven-skipasmiðjuni í Norra. Í fyrsta umfari fer Maersk Master, ið skipið kallast, til Monrose norðanfyri Aberdeen at liggja, meðan arbeitt verður við at útvega skipinum arbeiði.

-Vit vóna og vænta, at áhugi verður fyri skipinum, so tað kann fara til arbeiðis skjótast møguligt, sigur Peter Krag Jacobsen, tekniskur stjóri í Maewrsk Supply Service.

Maersk hevur fleiri skip liggjandi í Fredericia, og felagið hevur eisini lýst 20 av sínum elstu skipum til sølu. Fleiri teirra eru longu seld.

95 metrar langa Maersk Master er útgjørt til at kunna hýsa eini manning upp á 52, men ætlanin er, at 22 mans skulu vera á hvørjum skifti.

Dekksplássið er upp á 838 fermetrar.

Næsta skipið í røðini verður latið eigarunum í mai,

Kelda: maritime.no