* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mynd - Halvard Alvik, NTB.

Útflutt varð fyri 15,4 milliardir krónur av sjómati í Noregi fyri oktober mánað. Og tað er nýtt met. Útflutt er higartil í ár fyri mera enn alt 2021.

 

Tá norðmenn tosa um “sjómat”, so er talan um allan mat úr sjónum, alt frá toski, hýsu, livur, rogn, skeljadjór og so framvegis.

 

Oktober er besti einstaki mánaðin, og útflutningurin hendan mánaðin var 27 prosent hægri enn í 2021. Mánaðin undan hesum, tað var í september, varð útflutt fyri eina hálva milliard norskar krónur um dagin.

 

- Útflutningurin av norskum sjómati hevði ein søguliga stóran vøkstur í oktober. Virðið upp á 15 milliardir krónur er ikki bara eitt stórt met, tað merkir eisini, at vit hvønn einasta dag í hesum mánaðinum útfluttu sjómat fyri slakar 500 milliónir krónur.

 

Hetta eru veldug tøl, sum siga nakað um, hvussu týdningarmikil hendan vinnan er fyri Noreg, sigur Christian Chramer, stjóri í Noregs sjómatráði.

 

Keldur: E24