* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýtt norskt havrannsóknarskip fyri 1,4 mia. nkr.

Nýggja norska havrannsóknarskipið «Kronprins Haakon» er komið til Norra og verður royndarsiglt í næstum. Síðani verður farið undir at gera skipið klárt til fyrstu rannsóknarferðina.

Skipið er bygt á italsku skipasmiðjuni Fincantieri í Genova og kom til Bergen á fyrsta túri sínum nýggjársdag.

-Nú skulu vit liggja her í nakrar dagar og fyrireika okkum til royndarsiglingina úti á firðunum til endaliga handanin av skipinum fer fram í februar, sigur Eivind Johansen, skipari, sum førdi skipið til Norra.

zoomForskningsfasilitetene er nesten det viktigste om bord.
Granskingarhentleikarnir eru millum týdningarmestu útgerðina umborð.

Ikki fyrrenn royndirnar eru lidnar, yvirtekur Pólarstovnurin sum eigari skipið. Tað skal brúkast av teimum, universitetinum í Tróndheimi og Havgranskingarstovninum til kanningar í Arktis og Antarktis.


- Hetta er størsta rannsóknarskipið hjá Norra og eitt av fyrstu skipunum, sum eru bygt eftir nýggju pólarkotuni, segði verkætlanarleiðarin Øystein Mikelborg, tá skipið varð víst fram í Bergen í gjár.

zoomHerfra vil skipet bli styrt gjennom isen.
Higani verður skipið stýrt ígjøgnum ísin.

Skipið er hundrað metrar langt og skal hava eina manning upp á 16 mans umframt tveir instrumentteknikarar. Harumframt er pláss fyri 37 granskarum umborð. Skipið kann sigla í 65 samdøgur út í eitt.

14 starvsstovur eru umborð, ein vatnbrunnur miðskips, sum røkkur niður í havið, soleiðis at útgerð kann setast niður eisini í ringum veðri, útgerð er til troling, smáar Rovarar umframt útgerð at handfara ein lítlan boripall.

-Hetta er byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið fyri pólgransking, sigur Ole Arve Misund, stjóri á Norsk Polarinstitutt.

zoomJacuzzi kan være greit når man er på tokt i månedsvis.
Jacuzzi kann koma væl við, tá rannsóknarferðirnar vara í mánaðir.

Hann vísir á, at skipið bæði kann gera kanningar av fiski, havlívfrøði og havjarðfrøði. Skipið skal hava heimstað í Tromsø og skal eftir ætlan doypast har síðst í mars.

-Hetta er eitt sera forkunnugt skip, sum er einastandandi. Hetta skipið kann alt, sum vit kunnu ynskja okkum, sigur Sissel Rogne, stjóri á Havgranskingarstovninum.

Rannsóknarferðirnar í ár verða í løtuni lagdar til rættis.

-Vit fara at royna skipið hetta til í summar. Í juni rokna vit við at fara undir regluliga raksturin, sigur Mikelborg. 

zoomTråler er det også om bord.
Trol eru eisini umborð.

Ein av stóru brúkarunum er granskingarverkætlanin "Arvurin eftir Nansen", sum skal hava tríggjar longri rannsóknarferðir við skipinum í ár. Her luttaka tíggju ymiskir granskingarstovnar. Í 2018-2019 verður ein 140 dagar long rannsóknarferð gjørd til Antarktis.

-Tá vit bíløgdu skipið, varð alt havgranskingarumhvørvið biðið um at koma við íblástri. Tí skal skipið kunna handfara tað mesta, sigur Mikelborg.

zoomSalongen i det nye skipet.
Salongin í nýggja skipinum.

Skipið er mett at kosta 1,4 miljardir norskar krónur. Fleiri seinkingar hava verið ávegis.

Per Wilhelm Nieuwejaar, reiðari á Havgranskingarstovninum, hevur fylgt verkætlanini frá byrjanini fyri tíggju árum síðani.

-Vit byrja rannsóknirnar í summar og hava sostatt ikki havt hastverk fyrrenn nú. Men nú er ikki nógv tíð at geva út upp á fyri at kunna røkka tí, vit hava bundið okkum til, sigur hann.

Kelda: Fiskeribladet Fiskaren