
Nýggja rannsóknarskipið, sum júst er latið amerikonsku eigarunum.
Mongu rannsóknarskipini, sum sáttmáli varð gjørdur um, tá reikferðaídnaðurin var upp á tað hægsta, eru við at vera liðug á ymsu skipasmiðjunum í heiminum.
Eitt av hesum rannsóknarskipum er júst latið eigarunum av Brodosplit Shipyard í Kroatia. Eigari er amerikanska, Quark Expediditions.
Skipið hevur ikki fingið navn enn, men tað er greitt, at hetta rannsóknarskipið skal sigla í arktiskum øki.
Tað er útgjørt við tveimum tyrlum og 20 skjóttgangandi gummibátum.
Pláss er fyri 199 ferðafólkum og tað er 13.762 GT stórt.
Fakta:
Ferðafólk: 199
Manning og onnur starvsfólk: 140
Tyrlur: 2 Zodiacs 20
Ís-flokkur: 1A + PC6
Stabilisatorar: Ja
Reikferð: 15 míl í havøki
Longd: 128 metrar
Brutto tons: 13.500 tons
Kelda: Maritimedanmark
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=8XEBX4iMqLc]
Sjónbandaupptøkur av nýggja rannsóknarskipinum.